Styrk teg og fyritøkuna


Samskiftir fyritøkan miðvíst?

Nútíðar fyritøkan er ein samskiftandi fyritøka við miðvísum samskifti innanhýsis, uttanhýsis og við fjølmiðlarnar. IssueConsult hjálpir fyritøkum, stovnum, felagsskapum o.ø. at seta í verk munadygt samskifti. Á tann hátt fæst best samband við kundar og brúkarar.
 

Dugir tú at samskifta?

Samskifti snýr seg um at fara miðvíst til verka, tá tú skalt skriva ella munnliga bera okkurt fram. IssueConsult gevur tær amboð til at fáa boðskapin greitt fram til móttakaran, ið dagliga verður bumbaður við øllum møguligum upplýsingum.

 

Samskiftisskeið


Samskifti fyri øll

Í samskiftis-samfelagnum eiga øll at duga væl at samskifta skrivliga og munnliga. Skeiðið rykkir ullina úr munninum og vendir stílaskrivingini á høvdið.

 

Interview-venjing

Leiðarin skal vera fyrireikaður at standa til svars í fjølmiðlunum. Her er skeiðið, har ágangandi journalistar seta teg í andglettin, og sum ger teg stinnari í tíni næstu interviewstøðu.

 

Persónlig branding

Tað nyttar onki at vera dugnalig/ur, um ongin veit av tí. Her seta vit orð á tíni professionellu og persónligu virði, ið eru grundarsteinar. Tú fært vitan og amboð at tilevna títt persónliga brand.

 
 

 

Samband við Issue

Set teg í samband við IssueConsult.

 

Spyr um skeið

Hevur tú hug á onkrum skeiði frá IssueConsult? So set teg í samband við okkum.

 

Nýtt frá Issue

Set teg fyri tíðindum frá IssueConsult.

 

Einasta í landinum

IssueConsult er einasta fyritøka í Føroyum, ið burturav ger einstaklingar, fyritøkur og stovnar dugnaligari at samskifta miðvíst.

 

Torir tú?

Dirvi og framløguteknikkur eru lykilin til, at tú kanst stíga alment fram við tínari hugsan. Her er ein vegleiðing til tín, sum ikki enn torir at tora.